Frá vinstru: Elin Jacobsen, Ása Jacobsen, Kim S.G. Bergkvist, Amanda Vang, Heidi S. Mortensen, Margreta Dam

Biotøkni

Biotøkniliga deildin hjá Fiskaaling heldur til í granskingardeplinum iNOVA. Tað er í starvsstovunum her, at Fiskaaling veitir tænastur og mennir granskingarverkætlanir, ið hava at gera við varandi aling. Deildin hevur kjarniførleika innan quantitative real-time PCR (qPCR), annað ættarlið í sekvensering umframt ELISA-grundaðar hættir (sí partin um Granskingarhættir fyri neyvari lýsing av granskingarvirksemi okkara)

Fleiri av okkara virkisøkjum umskarast fyri at: fremja dygdargóða laksa- og rognkelsisframleiðslu á landi; minka um ávirkan av strongd, smittu og løstir í alinótum á sjónum; og at verja um biomargfeldið í firðunum. (sí partin um Granskingarverkætlanir fyri neyvari lýsing av granskingarvirksemi okkara)

Fiskaaling samstarvar væl við føroysku alivinnuna. Tí eru vit í einari góðari støðu at virka sum ein munagóður samstarvsfelagi í altjóða samstarvi og granskingarverkætlanir tvørtur um fleiri vitanardeplar. Tað hevur týdning fyri Fiskaaling at víðka altjóða netverkið, so lat okkum endiliga hoyra frá tær, um tú hevur áhuga fyri okkara virksemi og/ella um møguligt samstarv. Tú fært upplýsingar, lívsrensl o.a. hjá starvsfólkunum á deildini niðanfyri:

Starvsfólk á biotøkni

Navn Starv Telefon T-post
Amanda Vang Deildarleiðari, kyknulívfrøðingur, PhD +298 774 767 amanda@fiskaaling.fo
Ása Jacobsen Lívfrøðingur, PhD +298 77 47 48 asa@fiskaaling.fo
Elin Jacobsen Laborantur +298 77 47 14 elinja@fiskaaling.fo
Heidi S. Mortensen Lívfrøðingur, MSc +298 774 765 heidi@fiskaaling.fo
Kim Steve Gerlach Bergkvist Kanningarfólk, PhD +298 774 708 kim@fiskaaling.fo
Margreta Dam Laborantur +298 77 47 06 margreta@fiskaaling.fo