Kynskanningar

Ikki er sjónligur kynsmunur á Atlantiskum laksi (SalmoSalar) fyrr enn hann kynsbúgvin. Kynsbýtið er náttúrliga uml. 50/50.

Í rognaframleiðslu er man serliga áhugaður í at ala rognafisk. Ein rognafiskur framleiðir 10-15.000 stk. Rogn, og ein siljafiskur kann gita rognini frá fleiri rognafiskum. At ala siljafisk til vaksna stødd er kostnaðarmikið og spill av plássi. Talan er um pláss, sum heldur kann brúkast til at ala rognafisk.

Granskarar hava eyðmerkt ein dna-sekvens, sum ger tað møguligt at skyna í millum rogna- og siljafisk á heilt smáum yngli. Á Firum kunnu vit, við at brúka RealTime-PCR, finna dna-sekvensin og gera tað møguligt at velja rognafiskin til, og soleiðis broyta kynsbýtið.

 

Kontaktpersónur: Margreta Dam