Ferðaatburður hjá sjóbúnum sjósílum

Eins og við vaksnu sjósílunum, er vitanin viðvíkjandi sjósílasmolt eisini sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit nær, ið sjósíl leita sær á sjógv á fyrsta sinni, bæði viðvíkjandi nær á árinum, undir hvørjum umstøðum, og hvussu stór tey eru tá. Hetta verður m.a. gjørt við, at ein fella stendur og savnar inn smolt undir niðaru brúnni, ið gongur tvørtur um Sandá (Tórshavn/Argir). Fellan stendur uppi í tíðarskeiðinum frá mars til juli hvørt ár, so leingi verkætlanin er í virkin.

Vitanin frá hesari verkætlanini fer at gera tað møguligt hjá alivinnuni at taka serlig atlit til sjósílastovnin í tíðarskeiðinum, tá sjósíl verða mett at vera mest útsett.

 

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

Seinasta ársfrágreiðingin í samband við verkætlanina kann lesast her.