Trivnaður hjá sjósílum

Vitanin um føroyska sjósílastovnin er sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit munir í trivnaðinum hjá vaksnum sjósílum, bæði innan ár og millum ár.

Umframt at vit savna inn sjósíl, so vóna vit at fáa hjálp frá sílaveiðifólki. Um hetta hevur tín áhuga ber til at skriva navn og bústað til okkara á fiskur@fiskaaling.fo. Vit senda so serligar brævbjálvar til innsavnan av roðslu til tykkara.

Eina ferð um árið verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar um 10.000 skattafríar krónur. Les vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvanum her.

 

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

Seinasta ársfrágreiðingin í samband við verkætlanina kann lesast her.