Útbreiðsla av kúlulaksi í Føroyum

Í 2017 frættist, at sílaveiðufólk høvdu fingið fimm kúlulaksar við tráðu í Føroyum. Kúlulaksur er hendinga ferð fingin í Føroyum áður, men hetta var tað mesta man visti um var fingið innan so stutt tíðarskeið. Fyri at vita um nakað talar fyri, at eitt nýtt laksaslag er komið til Føroya fyri at vera, heitti Havbúnaðarfelagið á vári 2018 á Firum um at kanna hetta.

Í 2019 vórðu seks kúlulaksar fráboðaðir. Ein varð fingin í Kaldbaksbotni, og hinir fimm í Skálafirði. Allir vóru kynsbúnir við sili ella rognum, og kynsbýtið var javnt, t.e. tríggir kallfiskar og tríggir kvennfiskar. Tann fyrsti varð fráboðaður tann 22. juli, og tann síðsti tann 20. septembur 2019. Hesin seinast var tann einasti, ið var útgýttur.

Talið av kúlulaksi í Føroyum er tó ikki økt munandi frá 2017 til 2019. Í londunum kring okkum er eisini fleiri kúlulaksar staðfestir, men samstundis eru eingi prógv fyri, at nøring er farin fram har. Hetta bendir á, at kúlulaksurin ikki hevur fingið ein sjálvstøðugan stovn í Føroyum enn, men at talan er um kúlulaks, ið er komin frá Norðurnoregi og/ella Russlandi.

Øll frágreiðingin kann lesast her.