Táknukanningar

Penar táknur eru ein treyt fyri góðan trivnað. Tískil fremur Fiskaheilsudeildin táknukanningar, har táknurnar verða stigbendar eftir, hvussu penar tær eru, t.e. í mun til um tær t.d. eru skaddar, hava brek, ella um AGD (Amoebic Gill Disease) er at síggja á teimum. Hesar kanningar kunnu gerast í samband við lúsateljingar.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu AGD kann gera um seg í táknunum á fiski.

Eyðmerking av AGD