Endamálið við ASuReMacro verkætlanini er at útvega vitanargrundarlagið fyri at kunna menna eina burðardygga og mótstøðuføra vinnu innan taraaling í norðurlondum. Í samstarvi við norsku verkætlanina KELPPRO verða parametrar ásettir, ið skulu verða partur av eini kanningarskrá fyri at kunna áseta eitt sammetingargrundarlag (eina baseline), undir eini umhvørvismeting og -eftiransing, ið er neyðug fyri at kunna tillaga og varðveita eina burðardygga og mótstøðuføra taraaling á føroysku firðunum. Harafturat miðar ASuReMacro ímóti at menna eina íverksetanarætlan fyri eini føroyskari baseline kanningarskrá.
Mikudagin 15. mars verður skipað fyri verkstovuni Taraaling á føroysku firðunum – tørvurin á umhvørvismeting og eftiransing í SALT á Drelnesi.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding á www.salt.fo ella við at venda sær til birgitta@fiskaaling.fo í seinasta lagi 12. mars.
Verkstovan verður hildin á norðurlendskum máli.
Skráin:
11:15 |
Vælkomin |
11:20 |
Fyrisiting av taraaling – hvat verður gjørt og hvat manglar? |
11:40 |
Vistfrøðiliga fatanin av føroysku firðunum |
12:00 |
Matarsteðgur |
13:00 |
Umhvørvisárin |
14:20 |
Kaffisteðgur |
14:35 |
Royndir frá vinnuni við denti á umhvørvisatlit |
15:05 |
Pallborðskjak og spurningar frá luttakarunum |
15:35 |
Verkstovan endar |