Kick-off meeting in Tromsø, 4 June 2019

AquaVitae

AquaVitae varð sjósett í 2019 og er ein 4 ára long verkætlan, sum er fíggjað av Granskingar- og innovatiónsprogramminum í EU Horizon 2020. Endamálið við verkætlanini er at økja um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum við at økja um burðardygga framleiðslu av djórum og plantum, sum eru niðarliga í føðiketuni.

Fimm virðisketur eru við í verkætlanini; tari, samaling, ryggleys djór, skeljadjór og fiskur.

3 fyritøkur í Føroyum luttaka í verkætlanini, Ocean Rainforest, Sjókovin og Fiskaaling umframt at stórur partur av arbeiðinum sum Fiskaaling hevur gjørt er í samstarvi við Hiddenfjord.

Sí stuttfilm um AquaVitae.

Filmur frá 2023 um AquaVitae. 

Heimasíða hjá AquaVitae.

 

Kontaktpersónur: Gunnvør á Norði