ASuReMacro verkstova 15. mars 2023

Mikudagin 15. mars 2023 varð skipað fyri verkstovuni Taraaling á føroysku firðunum – tørvurin á umhvørvismeting og eftiransing í SALT á Drelnesi. 

Endamálið við verkstovuni var at viðgera og umrøða, hvussu taraaling í Føroyum skal skipast, herundir hvussu myndugleikaviðgerðin fungerar og hvørjir manglar eru.

Tað heilt serliga við verkstovuni var, at ymiskir aktørar vóru savnaðir at umrøða og viðgera møgulig árin frá taraaling, fyri at kunna eyðmerkja avbjóðingar áðrenn hesar verða ein trupulleiki.

Tað eru tvey tara-alifeløg í Føroyum, Ocean Rainforrest og TARI, og bæði feløgini høvdu framløgur og vóru vælumboðaði. Eisini vóru framløgur frá Umhvørvimálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling og norska granskingarstovninum NIVA.

Eftir framløgurnar var eitt orðaskifti, har luttakararnir m.a. umrøddu møguleikar og avbjóðingar í tara-alivinnuni. Eins og undir framløgunum var hetta eitt frálíkt høvið hjá luttakarum at deila vitan og royndir sínámillum.

At savna umboð frá vinnuni, myndugleikum, miðfyrisitingini og granskarum er í roynd og veru besti hátturin at viðgera hvussu regluverkið, ið skal verða grundarlag undir hvussu taraaling skal skipast í framtíðini, skal verða.

Verkstovan er liður í verkætlanini “A Sustainable and Resilient Macroalgal cultivationindustry in the Nordic and Arctic region (ASuReMacro)”. Tað er Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari og verkætlanin er fíggja av Norðurlendska Ráðharraráðnum, Aarhus Universiteti og Fiskaaling.

Skrá
11:15 Vælkomin
11:20 Fyrisiting av taraaling – hvat verður gjørt og hvat manglar?
11:40 Vistfrøðiliga fatanin av føroysku firðunum
12:00 Matarsteðgur
13:00 Umhvørvisárin
14:20 Kaffisteðgur
14:35 Royndir frá vinnuni við denti á umhvørvisatlit
15:05 Pallborðskjak og spurningar frá luttakarunum
15:35 Verkstovan endar

 

 

Framløgurnar (pdf):

Anni á Hædd, Miljø- og Erhvervsministeriet.: Tangopdræt og miljøforvaltning

Birgitta Andreasen, Fiskaaling: Miljøvurderinger: generelle principper og monitering + formål med ASuReMacro

Gunnvør á Norð, Fiskaaling: Hydrografiske og biologiske omstændigheder på de færøske fjorde

Gunhild Borgersen, NIVA: Tare/tang dyrking i Norge: status og planer fremover

Ólavur Gregersen, Ocean Rainforest: Lessons learnt and future approaches on measuring impact on the marine ecosystem related to marco algae cultivation

Kasper Hancke, NIVA: Hvordan kan tangdyrkning påvirke havmiljøet - erfaringer fra et norsk projekt

Agnes Mols Mortensen, TARI: Taraaling á føroysku firðunum