Robusthet

Robusthet - Toleransa hjá tara í mikrosporofytt búningarstignum

Fulla heitið á verkætlanini er Robusthet mot ytre stressfaktorer hos mikrosporofytter fra makroalger under automatisert innfestning på reb og transport. Mikrosporofyttar eru tey lítlu tarabløðini, ið eru á sáddum taralínum, tá línurnar verða fluttar úr klekjarínum og út á sjógv at vaksa víðari. Í sambandi við flutning kunnu mikrosporofyttarnir verða ávirkaðir av stressfaktorum, so sum temperaturi og ljósi. Endamálið við hesi verkætlanini er at kanna, hvussu mikrosporofyttar av tarasløgunum Alaria esculenta og Saccharina latissima verða ávirkaðir av hesum stressfaktorum. 

Verkætlanin er fíggjað av Regionale Forskningsfond, Noreg.

 

Kontaktpersónur: Gunnvør á Norði