Fiskaaling hevur tikið sjógvsýni við tí endamáli, at seta í verk hydrozoa-protokollina. Kanningarnar av sjógvsýnum vístu at sjógvurin innihelt 1. Clytia hemisphaerica eller Phialella quadrata (10 mm diameter), 2. Obelia spp (2,5-6,0 mm diameter), og 3. Larvacean-Oikopleura sp (< 10 mm), ið kunnu verða relevant fyri alivinnuna.

Kanningar av mikroalgum og hydrozoa í sjógvi

Góð táknuheilsa er avgerandi fyri góða fiskavælferð. Fiskaaling hevur ment kanningarhættir at eyðmerkja ymisk sløg av mikroalgum og pinkuhvalspýggjum í sjógvi, tí hesar verur kunnu hava neilig árin á táknurnar á laksi og øðrum fiski og harvið versnar fiskavælferðin.

Sum liður í arbeiðinum at røkka visjónini Vitan til varandi aling, hevur Fiskaaling ment nakrar kanningarhættir, ið kunnu eyðmerkja ymisk sløg av mikroalgum og hydrozoa (hvalspýggja) í sjónum.

Mikroalgurnar eru heilt smáar verur, ið kunnu eyðmerkjast við mikroskopi ella PCR-kanningum. Við hesum kanningarhættum ber til at eyðmerkja ymisk sløg av eitrandi mikroalgum og meta um nøgdina av teimum í sjónum. Ov stórar nøgdir av ávísum mikroalgum kunnu verða eitrandi fyri laksin ella tarna virknaðin hjá táknunum.

Støddin á hydrozoa varierar og tað finnast fleiri sløg. Nøkur sløg eru einans nakrar millimetrar til støddar og nærum glasklárar, og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum. Hydrozoa hevur fínar trevsar við kyknum, sum innihalda eiturevni, ið kunnu verða skaðilig fyri alifisk. Fiskaaling hevur nú førleikar at taka sýni og eyðmerkja ymisk sløg av hydrozoa, sum í stórum nøgdum kunnu verða til ampa hjá laksi.

Innihaldið av mikroalgum og hydrozoa í sjónum er ymiskt gjøgnum árið. Eisini kann verða stórur munur á innihaldinum millum ymisku firðirnar. Nøkur sløg av mikroalgum og hydrozoa verða flutt inn í firðirnir frá havinum, meðan onnur sløg blóma upp, tá umstøðurnar á fjørðinum broytast, t.d. tá hitin hækkar, tá tað er stilt og nógv sól, og tá nøgdin av tøðsøltum í sjónum hækkar. Gransking á Fiskaaling fevnir tí eisini um at gera mátingar av árstíðarbroytingum soleiðis at vit hava grundleggjandi vitan um sløg og útbreiðslu av mikroalgum og hydrozoa í sjónum.

Góð táknuheilsa er avgerandi fyri góða fiskavælferð, og endamálið við hesum kanningum er at fáa vitan, sum alivinnan kann nýta, tá metast skal um fiskavælferðina.

Tað eru granskararnir Ása Jacobsen, Kim Steve Gerlach Bergkvist og Amanda Vang, sum hava staði fyri hesum arbeiði við góðari tekniskari hjálp frá Elini Jacobsen og Eiriki Danielsen.

 

  
Fiskaaling hevur tikið sjógvsýni við tí endamálið, at kanna sløg og tal av mikroalgum í ávísum økjum í Føroyum. Kanningarnar av sjógvsýnunum vístu, at sjógvurin innihelt m.a. 1. Pseudo-nitzschia (longd uml. 40-160 µm, alt eftir slag), og 2. Chaetoceros (longd uml. 6-60 µm, alt eftir slag) ið eru relevant fyri alivinnuna.