Mynd: Mayleen Schlund

Týskur skiftisnæmingur skrivað grein um taraaling á Sørvágsfirði

Mayleen Schuld, ið lesur alis- og landafrøði á Leibniz universitetinum í Hannover, var skiftisnæmingur í Føroyum í august 2021. Uppihaldið var liður í ES Horizon 2020 verkætlanini AquaVitae, har endamálið er at økja um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum við at økja um framleiðslu av djórum og plantum, sum eru niðarliga í føðiketuni.

Stórur partur av tíðini í Føroyum var brúktur á Sørvágsfirði, har hon kannaði vøksturin av tara tætt við eitt laksaalibrúk, í mun til burtur frá. Royndirnar vórðu gjørdar í samstarvi við Hiddenfjord, og vegleiðarar vóru Tinka Kuhn, Gunnvør á Norði og Agnes Mols Mortensen.

Kanningarnar vístu, at hóast nøgdin av tøðevnum var hægri í aliringunum enn burtur frá, vaks tarin líka skjótt á náttúrligum økjum, av tí at vøksturin ikki var avmarkaður av manglandi tøðevnum.

Tíðindastubbin, ið hevur heitið “Comparison of the growth of Saccharina latissima at a cultivated natural area in Sørvágsfjørður, Faroe Islands”, er á heimasíðuni hjá AquaVitae og kann lesast her.

 

Meira kunning:

Bachelorlesandi í Týsklandi vart ritgerð um taraaling í Føroyum (fiskaaling.fo)

Leinkja til tíðindstubba um uppihaldið í Føroyum (AquaVitaeproject.eu) 

 


Mayleen Schuld var skiftisnæmingur í Føroyum í august 2021