Aldu- og streymmátarar til eftirlit

Aldu og streymmátararnir, sum Fiskaaling hevur liggjandi eystanfyri Nólsoy, vóru í dag tiknir upp til eftirlit. Eftirlitið umfatar at skifta og løða battaríðir umframt at eftirhyggja fortoyningarnar. Mátararnir vóru tiknir upp við skipinum Víkingur hjá Bakkafrost. Meðan mátararnir eru til eftirlit verða aldu og streymmátingar ikki tøkar á heimasíðuni hjá Fiskaaling, men um tað gongur eftir ætlan verða teir settir útaftur í morgin og mátingarnar verða tøkar beinanvegin.