Aliringar eystan fyri Nólsoy

Tveir aliringar eru lagdir út eystan fyri Nólsoy í frástøðu millum hálvan og ein fjórðing úr landi. Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi, tá siglt verður á leiðini. Ringarnir eru merktir sambært kunngerð um alistøðir   Aliringarnir, sum tó enn ikki hava fingið nótir ísettar, liggja eystan fyri Nólsoy í landnyrðing úr Skriðutanga. Frástøðan er millum ein hálvan og ein fjórðing úr landi. Ringarnir liggja vestan fyri ljóslinjuna frá Nólsoyar vita og í útsynningin úr SHEFA- 2 kaðalinum.   Ringarnir eru merktir við blunkljósum samb. Kunngerð nr. 29 frá 2. apríl 2009 um merking av sjógvalistøðum og sigling nærhendis v.m.   Løgd er út ein ramma, sum ringarnir eru festir í. Knattstøðurnar fyri rammuna eru: 1. 62°00,41'N     06°36,92'V 2. 62° 00,16'N     06°36,40'V 3. 61°59,79'N      06°37,18'V 4. 62°00,04' N     06°37,70' V Tað er Fiskaaling, ið sum liður í eini royndarverkætlan hevur lagt ringarnar út. Ætlanin er at vita, um til ber at ala fisk á opnum havi undir Føroyum. Heitt verður á tey, sum fiska á økinum, um at halda seg uttan fyri nevndu knattstøður fyri at verja seg sjálvan móti tapi av fiskireiðskapi, sum kann gerast fastur í botnfestini frá ringunum.   Ivamál og nærri upplýsingar kunnu greiðast við at ringja til Fiskaaling tlf. 474747 ella MRCC Tórshavn tlf. 351302.