Agnes Mols Mortensen

Aliráðstevnan: Brellbitar frá Fiskaaling

Á árligu Aliráðstevnuni, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri á hotel Føroyum, løgdu granskarar frá Fiskaaling fram 4 sokallaðar brellbitar. Hetta eru stuttar og greiðar framløgur um evnini:

  • Samaling av laksi og tara í Føroyum
  • Alda og streymur á føroysku firðunum
  • Farcoast 800 – eitt modell fyri Føroyar
  • Lívsringrásin hjá laksalús

Agnes Mols Mortensen, PhD, staðfesti, at taravøkstur í eini føroyskari samalingarskipan ikki upptekur nakað av tøðevnisútlátinum frá laksaalingini. Men royndirnar vísa tó, at líkindini eru sum heild góð fyri taraaling.

Tróndur Johannesen, Cand. Scient., greiddi frá um verkætlan, sum Umhvørvisstovan bílegði í 2019, um at fáa eitt samlað yvirlit yvir streym- og aldumátingar í føroysku firðunum. Úrslitið er eitt samlað yvirlit frá 38 mátingum, sum verður tøkt á heimasíðunum hjá Fiskaaling og Umhvørvisstovuni.

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, PhD lesandi, greiddi frá menningini av einum nýggjum 3D modelli fyri havið um Føroya rog kring oyggjarnar. Modellið, sum kallast FarCoast800, kann framleiða upplýsingar til gransking og mátingar, soleiðis at vit kunnu gera forsøgnir fyri útskifting á firðunum. Tá ber eisini til at siga nakað um eitt nú spjaðing av laksalús.

Kirstin Eliasen, PhD og deildarleiðari, vísti frumframførslu av stuttfilmi um lívsringrásini hjá laksalús. Hetta er fyrstu ferð ein samlað mynd verður víst á hendan hátt, og verður filmurin uttan iva hentur sum undirvísingaramboð. Filmurin gevur eina góða og greiða fatan fyri, hvussu laksalúsin mennist frá kleking til hon verður vaksin.