Alitíðindi útkomin

Alitíðindi fyri juni 2014 eru útkomin. Í Blaðnum eru greinar um granskingarúrslit og útbyggingar hjá Fiskaaling. Grein er um gransking, sum rættiliga tíðliga kann staðfesta, um fiskur er silja- ella rognafiskur. Hesa vitan er ætlanin at brúka, tá fiskurin skal skiljast í samband við aling av lívfiski, soleiðis, at bert yngul, sum eru rognafiskur, verða sett við. Eisini er í blaðnum grein um PhD verkætlan, har víst verður á ílegumarkørar, sum vísa mun millum toskin á landgrunninum og á Føroya Banka. Greinar eru í blaðnum um útbyggingar bæði við Áir og í Nesvík. Við Áir verður arbeitt við at víðka um tíðina, fiskur kann strúkast, og í hesum sambandi er køliorkan útbygd. Í Nesvík er ein stór útbygging í gongd, sum fer at gera, at støðin hjá Fiskaaling kann brúkast sum royndarstøð, sum kann brúkast í samband við vísindaliga gransking og royndir av ymsum slagi. Fastur táttur í Alitíðindum eru framleiðsluhagtøl frá alivinnuni, sum eisini eru við hesaferð. Alitíðindi kunnu lesast her