Mayleen Schlud á granskingarferð við Andrias Reinert, sum er granskingarfarið hjá Fiskaaling.

Bachelorlesandi í Týsklandi vart ritgerð um taraaling í Føroyum

Fiskaaling: Mayleen Schuld var skiftisnæmingur í Føroyum í august mánaði 2021, tá meginparturin av Evropa var stongt vegna koronu og nærum ongar avmarkingar vóru í Føroyum. Hetta var eitt høvi hjá henni at fáa praktiskar royndir, menna persónligar førleikar og arbeiða saman við øðrum granskarum. Tíðin í Føroyum varð brúkt úti á fjørðinum, har hon fekk innlit í kanningar av taravøkstri og umstøðunum fyri taraaling, so sum tøðsølt og streymviðurskifti. Eisini fekk hon innlit í laksaaling og lúsateljingar.

Uppihaldið var ein liður í ES Horizon 2020 verkætlanini AquaVitae, har endamálið er at økja um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum við at økja um framleiðslu av djórum og plantum, sum eru niðarliga í føðiketuni. Mayleen lesur alis- og landafrøði á Leibniz universitetinum í Hannover og hevur gjørt sína Bacheloruppgávu í samstarvi við Fiskaaling.

Í BS-verkætlanini hevur hon kannað, um tari veksur betur tætt við laksaaling, har hann fær tøðsølt frá laksinum, enn hann ger á økjum burturfrá laksaaling. Summar kanningar uttanlands hava staðfest betri taravøkstur tætt við aliringar, men í hesi kanningini vaks tarin eins væl burturfrá alibrúkinum. 

Mayleen er glað fyri upplivingarnar og nýggju møguleikarnar hon fekk í Føroyum. Hon hevur longu gjørt av, at hon aftur fer at leita til Norðuratlantshavið í sambandi við víðari lestur.

-Hetta er eitt dømi um hvussu stóran týdning, ið slíkar skiftislesnaðarskipanir hava. Hetta gevur ikki bara starvsvenjing, men letur eisini upp hurðar til vitan og serfrøði, sigur Mayleen Schlund.

Mayleen Schlund vardi ritgerð sína í gjár, mikudagin, við sera góðum úrsliti. Tað, sum undraði hana mest, var, at umstøðurnar á føroysku firðunum vóru so øðrvísi enn í teimum greinunum, sum hon hevði lisið, og at tær vóru so góðar til taravøkstur.

Royndirnar vórðu gjørdar á Sørvágsfirði í samsatarvi við Hiddenfjord, og vegleiðarar vóru Tinka Kuhn, Gunnvør á Norði og Agnes Mols Mortensen.

Leinkja til grein um uppihaldið í Føroyum kann lesast her.