Eingi kemisk evni nýtt

Byrjað verður væntandi at taka fisk úr aliringunum á Miðvági um miðjan mai. Og enn eru eingi kemisk evni nýtt til avlúsing, síðan sett varð út fyri einum ári síðan. Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, sum eigur alibrúkið á Miðvági, fegnast um, at tað higartil hevur borið til at sloppið undan at brúkt kemisk evni til avlúsing. Hóast hann leggur dent á, at enn er fiskurin ikki tikin, er hann bjartskygdur. -Vit settu smolt út á Miðvági í mars í fjør, og rognkelsi í november. Fakta er, at síðan er lúsin minkað við einum triðingi, sigur hann. Hann vísir til tøl úr Noreg, sum siga, at rognkelsi tykist vera aktivari, ta ljósu tíðina, tá dagarnir eru langir. -Hetta tykist at passa væl við tað, vit síggja nú, greiðir Atli Gregersen frá. Eftir at rognkelsini vórðu sett út, minkaðu tølini nakað, fyri síðan at flata útaftur. Nú er lúsin aftur farin at minka, og seinasta teljingin, sum gjørd varð, vísti, at nú eru tølini tey lægstu, síðan sett varð út. Atli Gregersen hevur fleiri ferðir víst á, at kemisk viðgerð móti laksalús er ikki haldbar. Og hann dylur ikki, at hann er sera fegin um gongdina, sum nú er á Miðvági. -Eitt er, at hetta er eitt sindur bíligari, enn kemisku evnini. Men tað sum er nógv størri er, at vit kunnu prógva, at vit hava ikki nýtt kemisk evni, og tað fara keypararnir helst eisini at leggja merki til. Tað kann vera so øgiliga knappligt, at teir ikki vilja vita av fiski, sum er viðgjørdur við kemiskum evnum, sigur hann, og leggur aftrat, at her er heldur ikki blandað lúsaviðgerð upp í fóðrið. Tá liðugt er at taka, skulu ringarnir reinsast. Eisini fyri rognkelsi. Eru nøkur eftir á lívi, skulu tey fyribeinast sambært laksareglugerðini. Tey verða send til Salmon Proteins á Eiði og viðgjørt eins og annað slógv frá alivinnuni.