Týsdagin 7. februar verður fyrilestur hjá Sandru Ljósá Østerø, granskara á Fiskaaling, vístur í KVF

Eitt ár á einum føroyskum gáttarfirði - Sandra Ljósá Østerø

Eins og undanfarnu ár tók Kringvarp Føroya allar framløgurnar á Vísindavøkuni upp. Tær hava síðani verið sendar ein fyri og onnur eftir gjøgnum veturin.
Í morgin, týsdagin 7. februar, er tað Sandra Ljósá Østerø, granskari á Fiskaaling, sum fer at greiða hyggjarum frá afturvendandi kanningum sum Fiskaaling hevur gjørt í eitt heilt ár á Kaldbaksfirði. 

Framløgan frá Vísindavøkuni 2022 í Løkshøll.