Fiskaaling fingið stuðul frá amerikanskum tólframleiðara

Sum ein av trimum umsøkjarum hevur Fiskaaling fingið verkætlanarstuðul frá amerikanskari fyritøku. Amerikanska fyritøkan Teledyne RD Instruments, sum mennir og framleiðir havfrøði mátitól, bjóðar á hvørjum ári undirvísingar og granskingarstovnum at lata inn verkætlanaruppskot, har vinningurin er lán av teirra nýggjastu mátitólum í eitt hálvt ár, umframt upplæring til at brúka hesi tólini. Í ár varð Fiskaaling ein av teimum einans trimum vinnarunum. Hinir báðir vinnaranir eru frá universitetum í USA. Tólini, sum Fiskaaling fær høvi at nýta, er nýggjasti aldu- og streymmátarin og nýggjasta CTD'in, ið er eitt tól til at máta, hvussu salinitetur og hiti broytist við dýpinum. Verkætlanin, sum Fiskaaling læt inn til hesa kappingina, hevur til endamáls at kanna atferðina hjá alilaksi í mun til streym og aldu. Alingin flytur alsamt út á meira harðfør øki, har sjógvgóðskan og reinsanin av botninum er betur, men samstundist verða bæði alda og streymur meira avbjóðandi fyri bæði útgerðina og vælferðina hjá fiskinum. Fyri at tryggja framhaldandi høga vælferð hjá fiskinum er eitt av stigunum at skilja samvirknið millum havumhvørvið, útgerðina og fiskin í nótunum. Mátingarnar við hesum og øðrum tólum verða partur av kandidatuppgávuni hjá Signar. P. Dam, sum lesur lívfrøði við Universitetið í Keypmannahavn. Vegleiðarar hjá Signari verða Øystein Patursson og Knud Simonsen, granskarar, á Fiskaaling. Stuðulin til Fiskaaling verður latin av Teledyne RD Instruments í USA saman við umboð teirra, EIVA a/s, í Danmark. Meira um hetta kann lesast á http://rdinstruments.com/academic_grant.aspx