Fiskaaling luttekur á Jobmatch

LESANDI: Fyri eitt granskingarstað sum Fiskaaling er týdningarmikið at fáa samband við eitt nú lívfrøðislesandi, verkfrøðislesandi og onnur lesandi, og her er tað afturvendandi Jobmatch eitt gott høvi at koma í samband við tey lesandi. Eitt úrslit av hesum er, at alsamt fleiri við loknari útbúgving hava gjørt verkætlanir i samstarvi við Fiskaaling, og eru longu nú úti í vinnuni. Fyri nógv lesandi innan serliga náttúruvísind, hevur Fiskaaling verið eitt áhugavert stað at tilogna sær royndir í lestartíðini. Tí venda lesandi sær við jøvnum millumbilum til Fiskaaling, tá tey í sambandi við lesnaðin skulu undir at gera verkætlanir av ymsum slagi. Her standa hurðarnar hjá Fiskaaling í mest møguligan mun opnar fyri tey lesandi at sleppa at royna seg. Eins og fleiri undanfarin ár luttekur Fiskaaling á ársins Jobmach, har høvi er hjá lesandi at fáa samband við Fiskaaling, eins og tað er eitt gott høvi at fáa umrøtt møguligar verkætlanir og avtala sínamillum samstarv. Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum fevnir um virkisøkini gransking og menning, umframt ráðgeving og tænastur. Arbeiðið á Fiskaaling miðar beinleiðis ímóti at geva úrslit, ið kunnu brúkast í eini burðardyggari menning av verandi alivinnu. Harafturat verður arbeitt við verkætlanum, ið kunnu verða við at menna nýggjar vinnugreinar innan aling. Granskingararbeiðið á Fiskaaling fevnir millum annað um kanningar í bakteriusamfeløgum á biofiltrunum, spjaðing av laksalús, rognkelsiskanningar, strongdarmátingar, góðska á alifiski, taraaling, umhvørviskanningar, og hvussu aliútgerð stendur seg á harðbalnum aliøkjum.  Fiskaaling veitir harafturat eina røð av tænastum til alivinnuna, herundir lúsateljingar, kanningar av rognkelsum, eins og heilsumetingar av laksi. Í løtuni eru 14 granskarar heilt ella partvís starvssettir á Fiskaaling, eins og Fiskaaling luttekur í nógvum granskingarsamstørvum bæði í Føroyum og uttanlands.  Básurin í sambandi við Jobmatch 2017, sum fer fram millum jól og nýggjár – hósdagin 28. desember – er hesaferð staðsettur í forhøllini í Norðurlandahúsinum.