Fiskaaling og TARI á altjóða tararáðstevnu

Granskingarúrslit hjá TARA og Fiskaaling vórðu løgd fram á altjóða tararáðstevnu í Keypmannahavn tann 23. juni 2016. Á ráðstevnuni, sum nevnist International Seaweed Symposium, eru 443 taragranskarar og taravinnurekandi úr 50 londum. Agnes Mols Mortensen, sum starvast á Fiskaaling, helt eina framløgu við heitinum ‘ Variation in growth and quality of Saccharina latissima cultivated in the Faroe Islands’. Talan er um granskingarúrslit frá samstarvi millum TARA, Fiskaaling, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Danmarks Teknologiske Universitet. Úrslitini vórðu væl móttikin, og bæði fyritøkur og granskingarstovnar hava víst áhuga fyri framtíðar verkætlanarsamstarvi.