Fiskaaling tillagar virksemið

Fiskaaling steðgar at framleiða rogn, og tí verða nøkur størv á Fiskaaling niðurløgd. Virksemið hjá Fiskaaling hevur seinastu árini verið innan fylgjandi økir: Framleiðsla av rogni til føroysku alivinnuna og gransking, menning, ráðgeving og tænastur av ymiskum slagi, sum eru til gagns fyri hesa vinnu. Rognaframleiðslan hevur verið skipað á vinnuligum grundarlagi, og hevur hon seinastu árini ikki verið fíggjarliga burðardygg. Hinvegin er granskingar- og menningarvirksemið, umframt ráðgevara- og tænastuuppgávur vaksið seinastu árini, og er hetta í dag ein týðandi partur av virkseminum hjá Fiskaaling. Nevndin í P/F Fiskaaling hevur tí gjørt av, at Fiskaaling gevst at framleiða rogn, og heldur leggur enn størri dent á granskingar- og menningararbeiðið, og at víðarimenning av ráðgevara- og tænastuveitingum til føroysku alivinnuna. Fiskaaling hevur gott samstarv við alifeløgini og sentralar aktørar í vinnuni. At styrkja tann partin av Fiskaaling, sum arbeiðir við at økja um kunnleikastøðið og fáa vitan um burðardygga aling til høldar, fer at verða til gagns fyri framtíðar føroyska alivinnu. Seinastu rognini verða latin føroyskum smoltstøðum í mai í ár. Avgerðin at steðga við at framleiða rogn, hevur við sær, at virksemið á lívfiskastøðini í Skopun og rognaframleiðslan við Áir verður niðurlagt, og tí verða nøkur størv á Fiskaaling eisini niðurløgd. Ynskjast fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at ringja til Jan Mortensen, nevndarformann, á 552000 ella Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra, á 77 47 47