Fiskaaling við í altjóða gransking av æðrassjúkum

Nógv fólk í vesturheiminum hava trupulleikar av ov høgum blóðtrýsti. Hypertentión er ein varandi medisinsk støða, har systoliska blóðtrýstið er yvir 140 mmHg ella tað diastoliska er yvir 90 mmHg. Eitt ensym, sum nevnist "Angiotensin I converting enzyme” (ACE), hevur ein týðandi leiklut í sambandi við stýring av blóðtrýstinum. ACE inaktiverar bradykinin, sum hevur æðravíðkandi eginleikar og tað broytir angiotensin I til æðrasamantrekkjandi evnið angiotensin II, sum økir blóðtrýstið.   Syntetiskir ACE tálmarar, sum t.d. Captopril, Enalapril og Lisinopril verða nýttir sum heilivágur til fólk við ov høgum blóðtrýsti. Men av tí at hesir syntetisku ACE tálmararnir hava ymisk hjáárin, eru granskarar sera áhugaðir í at finna alternativ til hesi syntetisku evnini. Í nýggjari tíð hevur nógv gransking verið innan heilsufremjandi eginleikar hjá peptidum fyri at finna alternativ til hendan syntetiska heilivágin, og í dag eru fleiri ymiskar matvørur á marknaðinum, ið innihalda peptidir, sum hava eina jaliga ávirkan á ACE og blóðtrýstið.  Í samstarvi við universitetið í Bremerhaven, Týsklandi hevur Fiskaaling kannað, um ymiskar føroyskar fiskavørur innihalda peptidir sum hava jaliga ávirkan á ACE ensymið. Hesi úrslit vórðu løgd fram í Oldenburg 12. september 2013.