Fiskaaling á Jobmatch

Fiskaaling verður aftur í ár við á Jobmatch. Vit eru sera áhugaði í at hitta lesandi og nýútbúgvin fólk. Vit vilja fegin greiða frá um okkara virksemi og hoyra um útbúgving og starvsynskir hjá teim vitjandi á Jobmatch. Jobmatch verður 28. desembur kl. 13.00 - 20.00. Á heimasíðuni hjá Jobmatch er meira kunning og har ber eisini til at bíleggja eitt prát við okkum.