Føroyar eru fremst í heiminum

Poul Michelsen, landsstýrismaður, tók ikki smáan til, tá hann fyrrapartin setti alivinnuna 2016 á Hotel Føroyum.   Hann staðfesti, at Føroyar eru fremst í heiminum, tá tað ræður um alivinnu. Men tað krevur samstarv millum vinnu og politiskan myndugleika, segði hann.   Hann metti tað hugtakandi at síggja, hvussu væl alivinnan hevur klárað at tillagað seg umstøðurnar, og hevur ment seg upp gjøgnum tíðina.   Landsstýrismaðurin tóktist bjartskygdur, tá talan var um stíðið móti laksalúsini, sum er temaðið á hesi aliráðstevnuni.   Hann endurtók tað, sum boðað er frá fyrr, at alilóggávn skal endurskoðast við nýggjum framleiðslu- og vinnumøguleikum.   Hann fegnaðist um, at vinnan sjálv gongur á odda, tá talan er um nýskipanir og broytingar, sum hava havt við sær, at froyskur laksur ikki bara er millum heimsins besta, men rætt og slætt tann besti yvirhøvur.