Føroyskt felag við í taraverkætlan í Grønlandi

Eitt føroyskt felag hevur saman við donskum og grønlendskum granskarum fingið fígging til eina verkætlan í samband við taraaling í Grønlandi. Talan er um føroyska felagið Tari-Faroe Seaweed v. Agnes Mols-Mortensen, ið saman við Susse Wegeberg frá Aarhus Universitet og Ole Geertz-Hansen frá Grønlands Naturinstitut, hevur fingið fígging frá norðurlendska Nordregio grunninum til eina verkætlan at royndarala tvey brúntarasløg í Grønlandi. Endamálið við verkætlanini er at kanna møguleikarnar fyri at ala tara í Grønlandi. Agnes Mols-Mortensen er verkætlanarsett á Fiskaaling, har hon millum annað arbeiðir við taraaling.