Næmingar úr Kaldbaks skúla á vitjan á biotøkniligu deildini hjá Fiskaaling, sum heldur til í granskingardeplinum iNOVA

Granskarar í ein dag

Týsdagin 11. apríl vóru næmingar úr Kaldbaks skúla á vitjan á deildini Biotøkni hjá Fiskaaling, sum heldur til í granskingardeplinum iNOVA. Næmingarnir, ið ganga í 0. – 6. flokki, fingu høvið at royna seg sum granskarar í ein dag. Tey gjørdu litskiftiskanningar og hugdu at verum í sjógvsýni úr Kaldbaksfirði. Her sóu tey m.a. pinkuhvalspýggj og ymisk sløg av djóraplankton.

Næmingarnir vóru ágrýtnir og spurdu fleiri spurningar. Tað var sera spennandi at hoyra teirra hugsanir og fáa eitt prát um hvat hendir á fjørðinum uttanfyri teirra skúlavindeyga.