Grein útgivin (1)

Grein um tálming av kynsbúning í laksi. Nýliga kom grein hjá Regini Arge og øðrum í tíðarritið Aquaculture Research. Greinin kallast: "Reduction of early sexual maturation in male S0 Atlantic salmon (Salmo salar L.) by dietary supplementation of tetradecylthioacetic acid (TTA)”. Greinin viðgerð úrslit úr vakstrarroynd gjørd á Averøy í Noregi. Regin er PhD-lesandi á Fiskaaling og starvaðist hann á granskingarstovninum Nofima Marin í Noregi, um ta mundið royndin varð gjørd. Hinir høvundarnir eru Magny S. Thomassen, Rolf K. Berge, Jose Zambonino-Infante, Bendik Fyhn Terjesen, Maike Oehme og Kjell-Arne Rørvik, ið eisini er høvuðsvegleiðari hjá Regini. Í greinini verður m.a. víst á trupulleikan við at laksur kann gerast ov tíðliga kynsbúgvin og kann hetta verða kostnaðarmikið fyri alaran. Við at brúka fitisýruna TTA sum tilsetingarevni í fóðrinum til heystsmolt í eitt styttri tíðarskeið um vári á sjónum, eyðnaðist at tálma kynsbúningi í siljafiskum sama heyst. Royndin vísti, at tilsetingarevnið TTA minkar um fiti-akkumulering í laksi um várið og ávirkaði hetta ikki vøksturin á fiskinum fram til tøku. Ein beinleiðis avleiðing av minni fitigoymslu um várið í royndarfiskinum var lægri kynsbúningartíttleiki um heystið sama ár, samanborið við óviðgjørdan fisk. Tí kunnu fóðurtilsetingarevni sum TTA fáa týdning í laksaframleiðsluni við t.d. betran av framleiðslu-kostnaði. Greinin/úrtak kann lesast her