Grein útgivin

Petra E. Petersen, Ph.D. lesandi á Fiskaaling, er hjárithøvundur á grein, ið júst er útgivin í altjóða tíðarritinum BMC Genetics. Greinin viðgerð transferrin ílegur í toski. 14 ymiskir toskastovnar eru kannaðir og Petra hevur havt ábyrgdina av landgruns- og føroyabankatoskinum. Greinin er tøk á alnetinum (sí leinkja niðanfyri) og meira um hetta verður í nýggju útgávuni av Alitíðindi, sum kemur út í næstum.  Polymorphism, selection and tandem duplication of transferrin genes in Atlantic cod (Gadus morhua) - Conserved synteny between fish monolobal and tetrapod bilobal transferrin loci Oivind Andersen, Maria Cristina De Rosa, Davide Pirolli, Ave Tooming-Klunderud, Petra E Petersen, Carl Andre BMC Genetics 2011, 12:51