Góðkendar lúsateljingar skulu fremjast av Fiskaaling

Tá lúsakunngerðin varð broytt á sumri í fjør, var ein broyting tann, at allar lúsateljingar, sum kunngerðin áleggur, skulu fremjast av Fiskaaling. Hetta álitið tekur felagið í størsta álvara og strembar áhaldandi eftir, at tænastan koyrir so væl og álítandi sum gjørligt. Lúsakunngerðin, og tað hon áleggur alivinnuni, hevur stóra ávirkan á gerandisdagin hjá alaranum og ikki minst fíggjarliga avkastið hjá feløgunum. Tað hevur tí alstóran týdning, at lúsateljingarnar eru so neyvar, sum yvirhøvur tilber. Í løtuni eru seks fólk á Fiskaaling, ið telja laksalýs. Hesir seks teljararnir hava fyrsta hálvár 2017 framt 275 teljingar. Av tí at teljingarnar verða gjørdar av menniskjum og ikki av maskinum, kann væntast, at munur er á teljingunum. Millum annað tí leggur Fiskaaling alstóran dent á, at allir teljararnir skiftast um at telja á teimum ymsu aliøkjunum, so møguligir menniskjansligir munir millum teljararnar ávirka øll økini eins. Kunngerðin áleggjur teljarunum at bólka lýsnar í kynsbúnar kvennlaksalýs, stórar flytførar laksalýs, smáar flytførar laksalýs, seiðalýs og fastar lýs. Nærri lýsing av lúsasløgunum kann lesast í faktaboksini beint niðanfyri. Fakta Kynsbúnar kvennlaksalýs eru nógv tær størstu og kunnu eyðmerkjast aleina út frá støddini. Flytføru laksalýsnar umboða tvey menningarstig hjá kvennlúsini og trý hjá kalllúsini. Hesar eru allar rundleiddar, men hava ymsar støddir, ið liggja úr 3-6 millimetrum. Tær finnast allastaðni á fiskinum, men serstakliga á tí myrka partinum, og hetta kann gera tað trupult at síggja serliga tær smæstu.  Seiðalýsnar eru meira langleiddar, oftani appilsingular á liti, og flyta seg nógv runt á fiskinum samanborið við laksalýsnar. Fastar lýs umboða trý menningarstig hjá laksalúsini, og fimm hjá seiðalúsini. Hesar eru so smáar, at til ber ikki við berum eygum at síggja, hvat slag talan er um. Minsta menningarstigið er minni enn ein millimetur, og størsta umleið tríggjar. Tær føstu lýsnar finnast oftast kring og á fjaðrunum, eins og á táknulokinum. Um nakar ynskir at vita meira um hetta, ber til at ringja til Kirstin Eliasen, samskipara og granskara á Fiskaaling, tlf. 774703.