Jónleyg og Tróndur farin úr starvi

Fríggjadagin 28. apríl 2017 høvdu Jónleyg og Tróndur Joensen seinasta starvsdag á Fiskaaling. Jónleyg og Tróndur hava í nógv ár mestsum verið ímyndir av felagnum. Tey byrjaðu at arbeiða á Fiskaaling ávikavist í 1988 og 1987. Tey hava bæði starvast í framleiðsluni við Áir, eins og Jónleyg umframt hevur havt ábyrgd av reingerð og kantinuni hjá starvsfólkunum. Skipað var fyri samkomu á støðini við Áir, nú tey bæði fóru úr starvi. Tey fingu gávu og blómuheilsan frá arbeiðsgevaranum, eins og verandi og onkur fyrrverandi starvsfelagi vóru komin saman at heilsa teimum hesa løtuna.