Leggja stilt í Suðuroy

Nú liðugt er at taka alifisk í Lopra, verður kryvjivirkið stongt, til tikið verður aftur á aðrari alistøð hjá Faroe Farming í Suðuroy Tað er rættiliga óheppið, at neyðugt er at senda eini 30 fólk til hús,og leggja virkið stilt í einar fýra mánaðar, sigur Egill Steintórsson, stjóri á Faroe Farming. -Høvdu vit havt eina støð afturat, kundu vit arbeitt alt árið. Tað hevði eisini gjørt, at vit høvdu sama fólkið alla tíðina. Nú noyðast vit at koyra roynd fólk heim, og vita ikki, um vit fáa tey aftur, tá farið verður aftur til arbeiðis, ella um vit skulu til at læra nýtt fólk upp tá, sigur hann. Hann vísir á, at søkt er um at sleppa at ala á Hvalbiarfirði. Í fyrsta umfari tó sum eina roynd við nøkrum fáum ringum fyri at vita, um tað yvirhøvur ber til. Men tað ber ikki til uttan nakað at leggja ringar út, tí aliloyvi skal sjálvandi fáast fyrst. Og tað er ikki bara sum at siga tað, tí eitt aliloyvi, sum kortini ikki er aktivt í løtuni, er longu á økinum. Nevniliga loyvið til  toskaaling á landi. Umsóknin hjá Faroe Farming er til viðgerðar í Vinnumálaráðnum. Sørin Pram Sørensen, løgfrøðingur, sigur at fyri at fáa loyvi at ala á sjónum í Hvalba, má kunngerðin broytast, og hetta arbeiðið er í gongd í løtuni. -Vit arbeiða við málinum, men hava ikki nakað úrslit her og nú, sigur hann. Egill Steintórsson, stjóri á Faroe Farming, harmast um, at málið ikki er avgreitt. Tí umframt at givið arbeiði á kryvjivirkinum til 30 fólk einar fýra mánaðir afturat um árið, hevði tað eisini skapt arbeiðspláss í Hvalba. Bæði beinleiðis á alibrúkinum og avleitt virksemi. Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, sum umsitir alivinnu, er staddur uttanlands, og tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá honum til málið.