Leita eftir serligum arvaeginleikum hjá rognkelsi

Í Nesvík verða royndir gjørdar við at finna serligar eginleikar, sum gera, at rognkelsi etur laksalús heldur enn aðra føði. Tað ganga nøkur túsund rognkelsi í kørum á støðini hjá Fiskaaling í Nesvík. Fiskarnir eru liður í eini granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at finna útav, hvør teirra hevur tað serliga forvitni, sum ger, at fiskurin velur laksalús sum føði, heldur enn aðra natúrliga føði, sum  hann hevur atgongd til. Roknað verður við, at umleið ein triðingur av rognkelsunum hevur hendan eginleika, og so er takið at finna tey, og síðan ala fram ein stovn við hesum eginleika. Endamálið er so at fáa hendan fiskin settan út í alibrúkini, har teirra uppgáva verður at halda laksalúsini í skáki. Laksalúsin er ein stórur trupulleiki hjá alivinnuni, sum árliga brúkar stórar upphæddir í stíðnum móti hesum snultaranum. Evnini eru ymisk, sum nýtt verða, og ásannað er, at tað kann gerast ein spurningur um tíð, til lúsin er mótstøðufør, og onnur evni, sum enn ikki eru kend, verða neyðug til tess at halda henni frá durum. Rognkelsi er ikki einasti fiskur, sum hevur hendan eginleika. Aðrastaðni, t.d. í Noreg og Skotlandi,verður, umframt rognkelsi, eisini annar fiskur nýttur í hesum royndum. Men higartil hevur verið talan um fisk, sum ikki livir natúrliga á okkara leiðum.