Lúka 1: Streymmátarar settir út í Tangafirði

Í góðveðrinum í vikuni settu starvsfólk á Fiskaaling streymmátarar út í Tangafirði. Útsetingin er liður í FjordProcess verkætlanini, sum er eitt samstarv millum Havstovuna, Århus Universitet og Fiskaaling. Endamálið við verkætlanini er, at kanna útskiftingina millum firðir og opið hav og hvussu tað ávirkar føðigrundarlagið hjá smáfiski á firðum.

Streymmátingarnar verða gjørdar fyri betur at skilja tað kompleksa rákið í Tangafirði, sum hevur ávirkan á fjarðaskipanina Sundalagið, Skálafjørð og Kaldbaksfjørð.

Verkætlanin er fíggjað av skránni fyri havgransking í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið umsitur.

Kontakt: Sissal Vágsheyg Erenbjerg

Jógvan Fríðálvur Hansen, maskinmeistari, sum hevur ábyrgd av granskingarfarinum Andrias Reinert.


Tróndur Tummasarson Johannesen, støddfrøðingur og granskari á Fiskaaling.

 


Gunnvør á Norði, deildarleiðari á Vistfrøði og granskari á Fiskaaling.