Lúka 10: Visti tú, at kúlulaksurin vitjar ólíka ár?

Fráboðanir um kúlulaks hava stundum verið í Føroyum, men í 2017 var knappliga óvanliga nógvir at fáa. Í 2018 var tað friðarligt viðvíkjandi kúlulaksi, men so vóru aftur fleiri kúlulaksar fráboðaðir í 2019. At mest er til av kúlulaksi í Føroyum ólíka ár, er í trá við hvat ið tey skráseta í londum kring okkum.
Kúlulaksurin verður kynsbúgvin aftaná tvey ár, og doyr stutt aftaná gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hjá kúlulaksi hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er stovnurin, sum gýtir ólíka ár, ið er vorðin so stórur, at hann nú eisini roynir føroyskar áir.
Fiskaaling skrásetir kúlulaksar, ið verða fingnir í Føroyum, og nú vit í stórum nærkast enn einum ólíka árið, vóna vit at tey ið fáa ein slíkan á húkin siga okkum frá. Um tú ivast í hvørt tú hevur fingið ein kúlulaks, annaðhvørt tí tú hevur fingið ein kvennfisk ella tí at kallfiskurin enn ikki hevur fingið eyðkendu kúluna, er lættasti mátin at staðfesta hetta við at hyggja inn í kjaftin, ið hjá kúlulaksi er svartur.