Krúnulívæðrin (bláu strikurnar) liggur sum ein krúna rundan um hjartað og gevur tí súr- og føðsluevnir. Krúnulívæðrin verður ofta tipt við tíðini (reyða strikan).

Lúka 14: Visti tú, at laksur generelt er meiri útsettur fyri at fáa æðrakálking í krúnulívæðrina?

Hetta kemst av, at krúnulívæðrin hjá laksi situr føst á einum staði á hjartanum, sum kallast bulbus arteriosus. Hvørja ferð hjarta slær verður bulbus arteriosus og harvið eisini krúnulívæðrin strekt og togað. Hetta gevur við tíðini arrvevna á krúnulívæðrina, ið viðførir at æðrin gerst trongri.
Krúnulívæðrin gevur hjartavøddanum súr- og føðsluevnir. Um krúnulívæðrin er tipt, fær hjartavøddin ikki nóg mikið av neyðugari nøring, og laksurin verður meiri viðbrekin og minni førur fyri at standa ímóti strongjandi umstøðum, sum krevja at hjarta arbeiðir eyka hart.
Ein PhD verkætlan hjá Fiskaaling skal kanna um samband er millum æðrakálking í krúnulívæðrini hjá aldum laksi og felli í sambandi við strongjandi handfaring.