Lúka 15: Visti tú, at áðrenn vit granska, so verður verkætlanin etiskt viðgjørd?

Vit á Fiskaaling halda, at fiskavælferð er djóravælferð. Tískil gera vit ikki kanningar við fiski uttan at ein etisk nevnd hevur viðgjørt ætlaninar fyrst. Viðgerðin umfatar hvat verður gjørt við fiskin í kanningini og eisini hvat endamálið við kanningini er.
Um endamálið ikki stendur mát við hvar kanningin inniber, verður verkætlanin ikki góðkend av etisku nevndini. Í etisku nevndini sita tveir granskarar frá Fiskaaling við lívfrøðiligum førleika og ein djóralækni, sum ikki arbeiðir á Fiskaaling. Krav er, at ongin á nevndini, sum viðgerð kanningina, er knýttur at verkætlanini. Tískil eru skiftandi granskarar á nevndini. Til endans er eisini lógarkrav at Landsdjóralæknin gevur loyvi til, at granskingin kann fara fram.