Lúka 4: Visti tú, at visjónin hjá Fiskaaling er VITAN TIL VARANDI ALING?

Visjónin VITAN TIL VARANDI ALING er okkara leiðistjørna 🌟 og grundarlagið undir øllum arbeiði, sum verður gjørt á Fiskaaling. HVÍ? Jú, tað er tí at vitan er grundleggjandi fyri burðardyggu menningini av alivinnuni. Alivinnan er lívfrøðiliga viðbrekin, og neyðugt er áhaldandi at fáa vitan um firðir okkara og vælferðina hjá laksinum, soleiðis at øll menning av alivinnuni byggir á vitan. Alivinnan er eisini í dagliga í harðari altjóða kapping. Tí er tað sera umráðandi, at gransking innan aling fer fram í Føroyum, og at vit áhaldandi menna hættir, ið kunnu optimera alingina, soleiðis at alivinnan framhaldandi kann vera lønandi.

Um okkum (fiskaaling.fo)


Granskingardagur á Fiskaaling