Lúka 6: Visti tú, at kalllaksalúsin kann gita egg aftaná sín deyða?

Tá ið laksalýs hava kynsligt samband límar kalllúsin tvey sáðhylki á kynsgøgnini hjá kvennlúsini. Tá ið sambandið er av, fer kalllúsin frá kvennlúsini, men hon hevur tá sáð til fleiri urptur. Sáðhylkini eru ljóst brúnu/appilsingulu hylkini uttan blettir ið síggjast mitt á myndini. At laksalúsin ikki nýtist at hava kynsligt samband fyri hvørja urptu, er ein av eginleikunum ið ger hana so trupla at fáa bilbugt við.