Lúsateljing er kjarnutænasta

Lúsateljingin er kjarnutænasta hjá Fiskaaling og ein liður í breiða stríðnum móti lús. Lúsin er stór avbjóðing í vinnuni í dag, og vitan um gongdina er ein fortreyt fyri átakinum at temja hesa náttúruavbjóðing. Javnan verður eftirkannað og tryggjað at teljarar telja rætt og á sama hátt. Ein slík kanning var hósdagin 8. Apríl. Djóralæknin hjá okkum, Andras Strøm, var við.