Mýggjabitalarvur móti kombikki

Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, hevur saman við Lesley Morrell og Alison Dunn givið grein út í Open Access tíðarritinum PeerJ. Greinin, sum viðger verjumekanismur hjá mýggjabitalarvum mótvegis kombikki, er partur av míni PhD verkætlan, sum var gjørd við University of Leeds. Greinin eitur ”Prey aggregation is an effective olfactory predator avoidance strategy”, og snýr seg um verjuatferð hjá smádjórum, ið verða veidd av størri djórum. Kannað varð,,hvørt tað var tryggari at vera í bólki fyri at verja seg móti rovdjórum. Í royndini vórðu mýggjabitalarvur goymdar fyri kombikkum, við at koyra tey í gruggut vatn. Kannað varð, hvussu leingi tað tók kombikkunum at finna mýggjabitalarvurnar, og hesi úrslit bendu á, at mýggjabitalarvur í bólki ”livdu” longri enn tær, sum vóru spjaddar yvir størri øki. Hetta hóast nógvar larvur vórðu etnar rættiliga skjótt, um kombikkið fann ein bólk. Royndin bendi á, at kombikkini finna lættari størri bólkar, við at nýta luktisamnsin. Men hóast hetta kláraðu larvur í bólki seg betur enn tær, sum vóru spjaddar. Eins og hjá djórum, ið nýta sjónina sum veiðiamboð, er tað fyrimunur at nýta luktin, tí størri bólkar eru lættari at lokalisera, enn einsamalla offurið. Orsøkin er fyrsta lagi, at longri  tað er millum bólkarnar, og størri bólkarnir eru, longri er hjá rovdjórinum at leita, og í øðrum lagi, at um bólkurin er stórur, klárar rovdjórið ikki at eta allar larvurnar í honum. Greinin finst á heimasíðuni hjá PeerJ: https://peerj.com/articles/408/