Nýggjur granskari á Fiskaaling

Gunnvør Joensen byrjaði starv sítt á Fiskaaling 2. januar í  ár. Hon starvast í deildini "Framleiðslumenning" og skal burturav arbeiða við laksalús. Rættuliga nógv hevur verið arbeitt við laksalús á Fiskaaling, men eingin hevur arbeitt við tí fulla tíð. Gunnvør er sett at koordinera arbeiði við laksalús framyvir og skal brúka alla sína orku til hetta.