Nýtt taraslag og atferð hjá kombikkum

Ása Johannesen, ph.d. lesandi við University of Leeds í Onglandi hevur, saman við vegleiðarunum, fyri stuttum útgivið grein í tíðarritinum Animal Behaviour. Greinin eitur: "Olfactory cue use by three-spined sticklebacks foraging in turbid water: prey detection or prey location?" Í greinini verður atferð hjá kombikkum viðgjørd. Tvær kanningar, sum royndu at svara spurninginum "hvussu væl duga kombikk at brúka luktisans til at finna mat?", vístu, at luktur ávirkar, hvussu væl kombikk duga at finna mat. Ása ger í løtuni kanningar av rognkelsunum á Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík. Hetta er í sambandi við eina verkætlan sum Regin Arge, granskari á Fiskaaling, stendur fyri.  Agnes Mols Mortensen, ph.d. lesandi við University of New Hampshire í USA, hevur, saman við øðrum, eisini grein í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum European Journal of Phycology. Greinin kallast "New insights into the biodiversity and generic relationships of foliose Bangiales (Rhodophyta) in Iceland and the Faroe Islands". Agnes og samstarvsfelagarnir hava kannað slagfjølbroytnið innan reyðtaraordanin Bangiales í Føroyum og Íslandi. DNA markørar vóru nýttir til at greina sløgini hvør frá øðrum, og í alt vóru trettan ymisk sløg funnin. Í greinini er, millum annað, eitt nýtt slag lýst. Slagið eitur Pyropia njordii, Purpurhinna Njarðar, og er funnið í Tjaldavík á Trongisvágsfjørði. Agnes hevur tilknýti til Fiskaaling í sambandi við framtíðar verkætlanir innan aling av tara. Les meira um verkætlaninar hjá teimum báðum á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum sum hevur partvís fíggjað báðum ph.d. verkætlanunum.