Opin hús við Áir

Opin hús við Áir   Í samband við mentanarvikuna hjá Sunda kommunu, hevur møguleiki verið at vitja ymsu stovnarnar við Áir í dag. Hjá Fiskaaling var opið fyri almenninginum seinnapartin, og fitt av fólki nýtti høvið at sleppa at síggja ymsu bygningarnar og fáa at vita um tað, sum har fer fram.   Byrjað varð við eini filmframløgu í móttøkubygninginum, har greitt varð frá um kynsbótararbeiðið, felagið stendur fyri. Síðan varð farið saman við starvsfólki runt til ymsu bygningarnar, sum í løtuni hýsa bæði lívfiski og yngli. Myndin sýnir fólk frá umsitingini hjá Sunda kommunu, sum saman við Tróndi vóru og hugdu at m.a. lívfiskinum, sum er komin úr Skopun norður til Áir at verða strokin.