Ráðstevna flytir út á netið

Vitan til Varandi Aling ’21 ráðstevnan, sum skuldi vera á Hilton Garden Inn, verður nú stroymað í staðin. Orsøkin er aktuella Koronustøðan.

Tað er P/F Fiskaaling, sum skipar fyri ráðstevnuni Vitan Til Varandi Aling, har endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

“Áhugin fyri ráðstevnuni hevur verið stórur, og vit hava sjálvandi glett okkum at skipa fyri Vitan Til Varandi Aling ’21. Nýggj vitan og gransking hevur altíð stóran týdning fyri vinnuna, og aðrar partar við. Tí skipa vit fyri ráðstevnuni á netinum til ætlaðu dagfestingina, heldur enn at bíða til korornastøðan verður hildin vera í lagi,” sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Ráðstevnan verður skipað við trimum blokkum á uml. 1½ tíma. Blokkarnir eru: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og Fiskavælferð

Vitan Til Varðandi Aling  ’21 á netinum verður tí ein tryggur ráðstevnupallur, har allir luttakarar fáa atgongd til nýggjastu vitanina og granskingina innan fyri aling.

Ráðstevnan verður tann 5. mars 2021.