Støðan tann sama

ILA er ikki ávíst aðrastaðni enn í tí eina ringinum, sum boðað varð frá herfyri. Allur fiskurin í ringinum er tikin Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at  hóast nógvar kanningar, er enn ikki funnið nakað, sum bendir á, at sjúkan hevur breitt seg. Kortini standa allar trygdarreglur við. -Vit fara at hava ein evalueringsfund í næstu viku, og so gera vit av, hvussu farið verður víðari fram, sigur hon. -Tað er ov tíðliga at koma við nakrari niðurstøðu enn. ILA virusið livir ikki leingi, men tað er ikki tað sama sum, at allur vandi er av. Tey eyka fyrivarni, ið sett vórðu í gildi, tá ILA varð funnið í einum aliringi, eru enn galdandi, leggur landsdjóralæknin dent á.