Strúking í januar

Í ár er fyri fyrstu ferð møguligt at fáa rogn strokin í januar. Hetta er úrslitið av eini roynd at leingja tíðarskeiðið fyri rognaframleiðslu og tað hevur eydnast sera væl.  Í royndini hevur Fiskaaling brúkt ljós- og hitastýring og í løtuni verður síðsti fiskurin strokin. Tískil er nú møguligt hjá alivinnuni at ognað sær rogn frá Fiskaaling í uml. ein mánaða meir um árið.