Tróndur J. Kragesteen vart Msc ritgerð við DTU

11. februar 2016, vardi Tróndur J. Kragesteen Msc-ritgerð við heitinum "Modelling Dispersal of Salmon Lice in a Tidal Energetic Island System: Faroe Islands” á Institut for Akvatiske Resurser á DTU. Eisini kent sum DTU Aqua. Í ritgerðini hevur Tróndur gjørt eitt fyrsta útkast til ein sporingsmyndil, sum roknar sambandið millum aliøkini í Føroyum orsakað av sjóvarfalsrákinum. Sjálvt sjóvarfalsrákið er frá áður framdum teldusimuleringunum. Í útrokningunum er eitt ávíst tal av bitlum sleptir út við jøvnum millumbili á øllum aliøkjunum,  og síðani er fylgt við, hvar teor ferðast við rákinum. Samstundist er tal av bitlum, óansæð hvaðani teir koma frá, talt upp inni á hvørjum einstøkum aliøki.  Eisini er  skrásett, hvussu gamlir bitlarnir eru, tá teir koma inn á eitt  aliøki, og hvussu leingi teir reka inni á einum aliøki. Nakrir fáir eginleikar eru lagdir í hesar bitlarnar, soleiðis at teir líkjast fyrstu lívsstigunum hjá eini laksalús. Burtur úr hesum er fingin ein meting av sínamillum lúsasmittitrýstinum millum aliøkini, og í hvønn mun tey eru sjálvsmittandi.   Í teimum flestu stóru laksaframleiðandi londunum eru slíkar skipanir týðandi amboð í umsitingini av alivinnuni. Við hesi ritgerðini er ein grundarsteinur lagdur til at fáa eina líknandi skipan her heima. Enn er tó bert ávirkanin av sjóvarfallinum tikin við. Ávirkanin av áarvatni og vindi, sum hava stóra ávirkan á rákið inni á flestu firðunum, kemur aftrat í vónandi komandi verkætlanum. Vegleiðarar hava verið Ken Haste Andersen og Andre Visser, báðir professara á DTU, og Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling. Próvdómari var Ole S. Petersen, granskingarleiðari á DHI í Danmark. Tróndi verður ynskt hjartaliga tillukku. Myndatekstur: Prof. Andy Visser, vegleiðari, Tróndur J. Kragesteen, Ole S. Petersen, próvdómari, og Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling