Tróndur Kragesteen heiðraður á stórari vísindaráðstevnu í Írlandi

Tróndur Kragesteen, PhD lesandi á Fiskaaling, varð um dagarnar heiðraður fyri framløgu á altjóða vísindaráðstevnu Í døgunum 26-28. septembur varð stóra afturvendandi vísindaráðstevnan um laksalús, SeaLice2016, hildin í býnum Westport í vestur Írlandi við umleið 290 luttakarum umboðandi alifeløg, granskingarstovnar, myndugleikar og veitarar úr øllum heiminum. Á ráðstevuni vórðu 48 fyrilestrar og 75 postarar við nýggjastu granskingarúrslitunum um laksalús løgd fram. Tólv av fyrilestrunum vórðu studentaframløgur, og av hesum metti ein dómsnevnd, mannað við 16 altjóða serfrøðingum, at framløgan hjá Tróndi Kragesteen var tann næstbesta.   Tróndur legði fram úrslit frá masterritgerð síni, sum hann vardi fyrr í ár. Her hevur hann gagnnýtt áður gjørdar simuleringar av sjóvarfalsrákinum til at gera metingar av, hvussu aliøkini í Føroyum smitta hvørt annað við lúsayngli.  Hetta arbeiðið heldur nú fram í PhD-verkætlan, sum er eitt samstarv millum DTU Aqua og Fiskaaling, vid fígging úr danska Erhvervsstyrelsen. PhD-verkætlanin byrjaði tann 1. september. Tað vakti ans at Tróndur kundi halda slíka megnar framløgu einans 3 vikur eftir, at hann er byrjadur í PhD-lestrinum, og fekk hann beinanveg innbjóðing til at vista onnur granskingarumhvørvi.